Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stytri arbeiðsvika kostar pening og fleiri hendur

Tað er ivasamt, um tað er skilagott at stytta arbeiðsvikuna júst nú, heldur Landsbankin

Tað er ivasamt, um nú er rætta løtan at lækka arbeiðsvikuna úr 40 niður í 37 tímar.

Tað sigur Landsbankin í dag.

Landsbankin vísir á, at ein stytri arbeiðsvika fer at krevja bæði meira pening og fleiri hendur, og at hetta er nakað, sum frammanundan er ein avbjóðing fyri føroyska búskapin.

Landsbankin sigur, at stórt arbeiðstrot er longu nú í Føroyum, og at hetta arbeiðstrotið fer at vaksa í komandi tíðum. At stytta arbeiðsvikuna kemur tí at økja enn meira um verandi trýst á arbeiðmarknaðinum, og best hevði verið at minkað um tey trýst, sum eru í búskapinum, sigur Landsbankin.

Harumframt fer hetta at økja munandi um lønarkostnaðin í vinnuni og í almenna geiranum, og verður tað soleiðis við til at gera fíggjarpolitiska haldførið uppaftur verri, sigur Landsbankin og leggur aftrat, at soleiðis sum gongdin hevur verið í føroyska samfelagnum seinnu árini, so er samfelagsbúskaparligi tørvurin ikki, at vit arbeiða minni, men heldur at vit arbeiða meira.