Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Visit Tórshavn fingið nýggjan leiðara

Nýggi stjórin á Visit Tórshavn eitur Tordis K. á Rógvi Biskopstø

Visit Tórshavn hevur fingið ein nýggjan leiðara. Talan er um Tordis K. á Rógvi Biskopstø, ið áður hevur starvast sum menningarleiðari í Visit Vágar í umleið trý ár.

Tordis er 36 ára gomul og ættað úr Vestmanna. Hon hevur útbúgving innan ferðavinnu, og hevur eisini drúgvar royndir á økinum.

Tordis skal standa fyri at menna og skipa ferðavinnuna í Havn saman við manningini á kunningarstovuni í gamla bankabygninginum í miðbýnum í Havn.