Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Læknavaktin: Hesum hava vit langt síðani boðað frá

Kommunulæknarnir hava fyri langari tíð síðani boðað frá, at teir fóru úr læknavaktini á Landssjúkrahúsinum, um ikki nýggjur sáttmáli var undirskrivaður áðrenn 1. juni, sigur Marjus Dam

Kommunulæknarnir gevast í morgin á læknavaktini á Landssjúkrahúsinum, og skalt tú ringja til læknavaktina á telefonnummar 1870, so fer hetta nummarið ikki at svara. Nummarið svarar heldur ikki í dag.

Kommunulæknarnir boða frá, at frameftir fara teir at arbeiða á øðrum stað, og at samband fæst við kommunulækna við at ringja til tann læknan, sum hevur vakt.

Frameftir fara kommunulæknarnir at kunngera hvørja viku, hvat telefonnummar kann ringjast til á hvørjum degi, og um hugt verður eftir vaktarskipanini, ið kommunulæknarnir hava gjørt fyri dagarnar 1. Juni til 7. Juni, sæst, at talan er um ikki færri enn 16 telefonnummur.

Marjus Dam, formaður í kommunulæknafelagnum, vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til málið.

Hann sigur tó í stuttari viðmerking, at kommunulæknarnir hava fyri langari tíð síðani boða frá, at um eingin nýggjur sáttmáli varð undirskrivaður fyri læknavaktina áðrenn 1. Juni, so fóru kommunulæknarnir úr læknavaktini á Landssjúkrahúsinum.

Marjus Dam vísir á, at sáttmálin um læknavaktina fór úr gildi fyri tveimum árum síðani, men at kommunulæknarnir hava arbeitt eftir gamla sáttmálanum kortini. Roynt hevur verið at fáa nýggjan sáttmála, men hetta hevur ikki gingið sum ætlað, og tí varð boðað frá, at var eingin nýggjur sáttmáli undirskrivaður áðrenn 1. Juni, so fóru læknarnir úr læknavaktini.

Marjus Dam sigur eisini, at kommunulæknarnir eru sinnaðir at halda fram at nýta 1870 sum telefonnummar til læknavaktina, um hetta tekniskt letur seg gera, hóast læknarnir arbeiða á øðrum stað enn á Landssjúkrahúsinum.

Tað er ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá Margit Stórá, landsstýriksvinnu í Heilsumálum.