Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Roma er á odda í Budapest

Europa League finalan millum AS Roma og Sevilla verður spæld í løtuni í Puskas Arena í Budapest, har liðið hjá José Mourinho hevur lagt seg á odda.

Tað var Roma sum legði fyrst fyri, tá ið Leonardo Spinazzola brendi ein stóran kjans eftir nøkrum fáum minuttum.

Nakað av órógv hevur verið frá Roma áskoðarum, bæði við roykbumbum og myntir kastaðar á Sevilla leikarar. Eitt nú fekk Ivan Rakitic eina mynt kastaða á høvdi, tá ið hann skuldi taka hornaspark.

Tað einliga málið kom eftir 35 minuttum, tá ið Paulo Dybala bleiv spældur fríur av Gianluca Mancini og legði bóltin frammvið Sevilla málverjan Bono.

Sevilla meinti at eitt brot var frammt áðrenn á Ivan Rakitic uppi á miðjuni, men dómarin Anthony Taylor góðkendi málið og so var 1-0 til AS Roma.

Sevilla legði eitt gott trýst í tíðini dómarin hevði lagt afturat og eitt gott skot frá Ivan Rakitic var líka við at fara inn, men rakti høgra stólpan.