Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Semja ímillum Alexis Mac Allister og Liverpool nærkast

Stór útskiftning vantast í summar á miðvøllinum í Liverpool, tá ið James Milner, Naby Keita, Alex Oxlade-Chamberlein hava veittra farvæl við Anfield Road.

Nú melda bæði 90min og Fabrizio Romano, at Liverpool eru komnir tættari at einari semju við Alexis Mac Allister um sáttmála. Ein semja vantast at verða funnin við leikaran í hesari vikuni og síðani skal eisini finnast ein prísur við Brighton.

Sambært Fabrizio Romano hevur Alexis Mac Allister ein keypsklausul, men tað er óvist hvat prísurin er.

Leikarin var kensluborin aftaná dystin ímóti Aston Villa og venjarin Roberto De Zerbi úttalaði eisini, at hettar kundi verða tann seinasti hjá Alexis Mac Allister og Moises Caicedo í Brighton blusuni.

Fyrr í vikuni setti Liverpool ein nýggjan ítróttarstjóra, talan er um tann 59 ára gamla Jorg Schmadtke. Týskarin hevur avloyst Julian Ward og kemur at hava tætt samstarv við Liverpool venjaran Jürgen Klopp um keyp og sølu av leikarum. Hettar kann sostatt blíva tann fyrsti handilin undir tann nýggja ítróttarstjóran.

Miðvallarin Alexis Mac Allister hevur verið ein stórur profilur í Brighton, sum eisini hjálpti felagið at tryggja Europa League luttøku næsta kappingarár.

Eisini vann tann 24 ára gamli miðvallarin HM gull í vetur við Argentina.

Hettar kappingarárið hevur Alexis spælt 40 dystir og skorað 12 mál fyri Brighton.