Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Suðuroyar Sparikassi hækkar rentuna

Suðuroyar Sparikassi er triði bankin hendan mánaðin, sum boðar frá rentuhækkingum

Suðuroyar Sparikassi boðar nú frá, at eftir at evropeiski miðbankin og danski tjóðbankin 4. Mei hækkaðu leiðandi rentuna, hækkar Suðuroyar sparikassi nú eisini innláns- og útlánsrenturnar.

Innlánsrenturnar í Suðuroyar sparikassa hækka við 0,40 prosentstigum, meðan útlánsrenturnar høkka við 0,25 prosentstigum, og hetta er galdandi fyri bæði privat- og vinnukundar.

Rentubroytingarnar koma í gildi 10. juni í ár.

Frammanundan hava bæði BankNordik og Betri banki boðað frá rentuhækkingum, og Suðuroyar Sparikassi er sostatt triði føroyski bankin, ið hækkar rentuna hendan mánaðin.