Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

FM1: Plogging í Eysturkommunu.

Týsdagin og í gjár vóru Sigurjón Einarsson og Petur Jákup Heinesen úti við mokrofonini í Eysturkommunu og tað verða teir eisini í dag. Millum annað vitja teir báðir tilbúgvingarstøðina í Leirvík og bátabyggjaran John Høgnesen.

Seinasti dagur av rørslu- og ruddingardøgunum í kommununi er í dag. Sum nakað nýtt skipar kommunan fyri einum átaki, tey nevna “Plogging”. Vit fáa orðið á borgarstjóran Per Martin Gregersen, har hann kemur at greiða nærri um átakið.

Lurta á FM1 frá kl. 13.00.