Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Le Bellot liggur nú á Havnini

Eftir at franska reikferðaskipið Le Bellot bar við land á Tvøroyri fyrradagin, so er líkt til at ferðin nú heldur fram. Í morgun kom skipið á Havnina

Tað var fyrradagin, at franska reikferðaskipið Le Bellot kom á Tvøroyri. Eftir ætlan skuldi skipið bara steðga har í ein dag, men tá skipið skuldi leggja seg við kai, tók ein hvirla skipið, sum bar við land í grótkastinum við Delta Seafood á Tvøroyri.

Skipið var liggjandi har í nakrar tímar, meðan skipið varð kannað, áðrenn Pressarin og Brimil sleipaðu skipið leyst og yvir til kai á Tvøroyri.

Le Bellot lá eisini á Tvøroyri í allan gjár, men um eitt-tíðina í nátt fór skipið av Tvøroyri og setti kós móti Havnini, har skipið legði at kai klokkan beint fyri klokkan átta í morgun.

Eftir ætlan fer Le Bellot av Havnini í morgin, og heldur tá leiðina fram til Íslands, har skipið fyrst fer til Djúpavág, síðan til Heimaey í Vestmannaoyggjum, áðrenn Le Bellot fer til Reykjavíkar, har so hendan átta dagsreikferðin endar.

Le Bellot er 131,5 metrar langt, og í løtuni eru 100 fólk umborð – hetta er bæði ferðafólk og manning.