Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Summarmarknaður í Lítlaskúla

Á mentanarnáttini fríggjadagin 2. Juni verður summarmarknaður í Lítlaskúla við alskyns spennandi virksemi fyri alla familjuni

Her verða skapandi verkstaðir, framførslur, kappingar, spæl, andlitsmáling, sølubúð, kafé og loppumarknaður. Eisini fáa vit vitjan av fleiri kendum andlitum innan bæði ítrótt og tónleik.

Hugskotið til tiltakið kom frá næmingaráðnum í skúlanum, sum hevur umboð úr øllum flokkunum frá 1.-6. flokk. Tey ynsktu at skipa fyri tiltaki fyri at savna pening inn til at fríðka um skúlagarðin og betra um spæliplássið í skúlanum. Lítliskúli leggur stóran dent á at næmingarnir skulu hava ávirkan á sín gerandisdag í skúlanum m.a. við at leggja eitt miðvíst arbeiði í næmingarráðið og í so stóran mun sum gjørligt at samstarva við tey um at útinna teirra hugsjónir fyri skúlan. Summarmarknaðurin er eitt frálíkt dømi um hetta.

Sí skránna niðanfyri og á facebook og heimasíðunum hjá Lítlaskúla. 

Skrá:

14.00-17.00       Loppumarknaður (bílegg borð á 200kr á litliskuli@skulin.fo)

14.00-17.00       Kaféin er opin

14.00-17.00       Sølubúð við hongdjørdum smykkum, prentum, rabardusaft, grønmetisspírum o.ø., sum næmingarnir á skúlanum hava gjørt.

14.00-17.00       Andlitsmáling

14.00-17.00       Verkstaður: Ger eitt grashøvd

14.00-17.00       Verkstaðir: Ger eitt armband

14.00-17.00       Bál

14.00-16.00       Spæl fótbólt við Mads Borchers (HB)

14.00                   Sjónleikur

14.30                   Lítlaskúlakórið hjá Guðruni Sólju framførir

15.00                   Telva við Helga Dam Ziska

15.30                   Konsert við Dánjali á Neystabø

15.45                   Konsert við Flóvini Viderø

16.00                   Sjónleikur