Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bowlinghøllin letur upp aftur við spælilandi

Vinnulívsmenninir handan Geisa, Haps og Pizza 67 fara nú at lata Bowlinghøllina á Hálsi upp aftur, og arbeitt verður hesaferð við at innrætta eitt spæliland til børn í bowlinghøllini

Bowlinghøllin á Hálsi letur nú uppaftur, og ætlanin er, at spæliland eisini verður partur av tilboðnum í Bowlinghøllini.

Við FM1 sigur Rúni Djurhuus, vinnulívsmaður, at hann hevur saman við Hjalta Hvítklett, Tóka Skeel Nosløe og Inga Joensen tikið yvir inventarið hjá gomlu Bowlinghøllini, ið læt aftur í farna mánaði.

Ætlanin er at byrja við gamla virkseminum í Bowlinghøllini aftur um 1. Juli, men fyrst í komandi ári er ætlanin, at Bowlinghøllin skal vera liðugt umbygd, soleiðis at eitt nýtt spæliland til børn eisini verður partur av tilboðnum.

Rúni Djurhuus sigur, at avtala er gjørd við eigaran av bygningum um at yvirtaka ein part av bygninginum aftrat, sum í dag er goymsla, soleiðis at pláss verður bæði fyri spælilandi og bowlinghøll.

– Vit hava allir børn, og tað er púra greitt fyri okkum, at tørvur er á einum spælilandi í Føroyum – serliga tá veðrið nú einaferð er, sum tað er í Føroyum, sigur Rúni Djurhuus og sipar til samstarvspartnararnar hjá sær.

Matstovan í Bowlinghøllini letur eisini upp aftur, men hesaferð við nýggjari matskrá. Tað verða Tóki Skeel Nolsøe og Ingi Joensen, ið fara at taka sær av dagligur leiðsluni av bæði bowlinghøllini og matstovuni

Tað er ikki heilt greitt, hvør partur av Bowlinghøllini verður varðveittur til bowling, og hvør partur skal brúkast til spæliland, men arbeitt verður nú við at leggja tær ætlanirnar til rættis.

Til spurningin, hvørt reyða keylan verður aftur at síggja í Bowlinghøllini, nú hon letur upp aftur, svarar Rúni Djurhuus einfalt:

– Man ikki tað?