Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eftirlýsir verkætlanir um føroyskan mat og føroyska matframleiðslu

Vinnumálaráðið lýsir eftir umsóknum um stuðul til at økja tilvitskuna um føroyska matframleiðslu

– Okkum tørvar matmenning. Verið við til at økja um tilvitskuna um føroyska matframleiðslu.

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, í samband við, at hann saknar verkætlanirnar, sum skulu hava til endamáls at upplýsa um og gera heilsugóðan mat úr føroyskum rávørum og føroyskari framleiðslu í gerandisdegnum og í undirvísing.

Í fíggjarlógini eru 750.000 krónur játtaðar til at fremja royndarverkætlanir, ið kunnu økja framleiðsluna, nýtsluna, virðingina og tilvitskuna um stuttfluttar føroyskar dygdargóðar og heilsugóðar matvørur.

– Seinastu mongu árini hava vit flutt okkum alt meira frá tí siðbundna og staðbundna matinum. Tíbetur er áhugin fyri stuttfluttum og heilsugóðum mati nú vaksandi, og hesum góða rákinum vilja vit við hesari stuðulsskipanini skunda undir. Tí vóni eg, at tað koma nógvar og ymiskar umsóknir um matverkætlanir í samstarvi við føroyskar veitarar, sigur hann.

Vinnumálaráðið vísir á, at eitt nú dagstovnar, skúlar, bústovnar og ellis- og røktarheim kunnu søkja saman við lokalum framleiðarum, áhugabólkum og fakfólkum.

Málið er, at í minsta lagi tríggjar verkætlanir, og helst fleiri, verða framdar, men at einki minsta mark er fyri stødd á verkætlanum.

Játtanin verður umsitin av Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, og reglugerðin fyri stuðulsjáttanina kann lesast her.

Umsóknir skulu sendast við telduposti til uvmr@uvmr.fo

Freistin at søkja um stuðul er 22. august 2023, skrivar Vinnumálaráðið á heimasíðu sínari.