Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ein tikin at koyra við kenning – her er seinasta døgnið í politirapportini

Í løgreglufrágreiðing fyri seinasta døgnið eru nøkur mál skrivaði niður

Løgreglan var inni í Eysturoynni í gjár og aftur í gjárkvøldið og kannaði ferðsluna. Klokkan 21 í gjárkvøldið varð ein bilførari tikin at koyra við kenning. Blóðroynd er tikin av bilføraranum, og hetta málið sleppur tí nú at koyra sína gongd.

Í gjárkvøldið var eisini eitt lítið ferðsluóhapp í Havn, tá ein bilur ikki helt víkiskylduna og koyrdi inn í síðuna á einum øðrum bili. Hetta var klokkan 21.30 í gjár. Eingin mansskaði hendi, so talan var bert um materiellan skaða.

Løtu seinni varð eitt fólk tikið við inn á løgreglustøðina í Havn, tí viðkomandi var ov drukkin. Sostatt hevur løgreglan havt ein liggjandi gest í nátt, ið slapp at sova rúsin av sær, men slapp so útaftur í morgun, greiðir vakthavandi hjá Føroya Politi frá.