Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Rentuútreiðslurnar øktust við 34 milliónum krónum

Rentuútreiðslurnar eru øktar við 34 milliónum krónum hjá føroysku húsarhaldunum frá 2021 til 2022

Rentuútreiðslurnar øktust við 34 milliónum krónum hjá føroysku húsarhaldunum frá 2021 til 2022.

Tað skrivar Landsbankin.

Renturnar eru hækkaðar støðugt í 2022, og tað er fyrstu ferð, at renturnar eru hækkaðar í mong ár, og í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið fyri 1. ársfjórðingi 2023 stendur at lesa, at rentuútreiðslurnar hjá føroysku sethúsaeigarunum eru øktar góðar 34 milliónum krónum í 2022 í mun til í 2021. Tað svarar til 22 milliónir krónur, tá ið rentustuðulin er drigin frá.

Tað er ein vøkstur upp á 12 prosent í mun til tað, sum var goldið í rentum á bústaðarlánum í 2021.

– Sostatt eru livikostnaðirnir hjá føroyingum ikki bert øktir av inflasjón hetta seinasta árið, men eisini av rentuhækkingum, skrivar Landsbankin.