Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Skal kanna hvar fóðurrestir frá aling enda

Granskingarráðið hevur játtað 800.000 krónur til granskingarverkætlan hjá Fiskaaling, hvørs endamál er at menna eitt amboð, ið kann vísa, hvussu bitlar frá alivirkseminum søkka og síðani spjaðast og leggjast á botnin í firðunum. Eitt tílíkt amboð kann verða sera hent hjá vinnu og myndugleikum, tá alivirksemi skal leggjast til rættis, ella tá botnkanningar skulu gerast

Granskingarráðið hevur játtað 800.000 krónur til granskingarverkætlan hjá Fiskaaling, hvørs endamál er at menna eitt amboð, ið kann vísa, hvussu bitlar frá alivirkseminum søkka og síðani spjaðast og leggjast á botnin í firðunum.

Fiskaaling hevur seinastu árini arbeitt við at fáa vitan um, hvussu okkara firðir virka og í hvønn mun alivirksemi ávirkar firðirnar. Fiskaaling vísir á, at tað, at ala laks, viðførir stórar mongdir av lívrunnum evnum, sum verða slept út á sjógv og spjaðast runt á firðunum. Verkætlanin er tískil eitt náttúrligt framhald av granskingararbeiðinum at meta um, hvussu alivirksemi ávirkar føroysku firðirnar.

Granskingarverkætlanin við langa heitinum, ADepoPlan: Accessible deposition modelling tools for improved environmental planning ella Atkomuligur botnfalsmyndil til betri umhvørvisráðlegging, fer at validera ein botnfalsmyndil. Við øðrum orðum skulu kanningar gerast fyri at vísa, at myndilin á nøktandi hátt megnar at simulera, hvar bitlarnir enda. Amboðið verður síðani tøkt hjá vinnuni og myndugleikum at brúka.

Arbeiðið at fáa ein botnfalsmyndil, ið kann vísa hvussu bitlar, so sum skarn ella fóðurrestir, spjaðast og søkka og síðani enda á botninum, byggir millum annað á 3D hydrodynamiska myndlan av rákinum og vatnskiftinum, sum granskarar á Fiskaaling hava ment (FarCoast).

Tað er Birgitta Andreasen, granskari á Fiskaaling, sum er verkætlanarleiðari. Afturat Birgittu eru aðrir granskarar á Fiskaaling knýttir at verkætlanini. Eisini verður samstarvað við Havforskningsinstituttið í Bergen og føroysku fyritøkurnar Vikmar og Hiddenfjord.

Verkætlanin fer í alt at kosta umleið tríggjar milliónir krónur, og fer at taka eini tvey ár. Fiskaaling skrivar á heimasíðu sínari, at peningurin frá Granskingarráðnum fer í stóran mun at verða brúktur til sýnistøku, kanningar og annað, sum skal gerast í sambandi við validering av botnfalsmyndlinum.

Les eisini...  Sjónvarpssendingar frá Vísindavøkuni eru nú tøkar

Kelda: Fiskaaling