Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Klæmint Olsen saksaði bóltin í netið – málið kann síggjast her

Klæmint Andrasson Olsen saksaði bóltin í netið og javnaði fyri Breiðablik í yvirtíðini.

Rituvíkingurin kom inn tá ið 88 minuttir vóru leiktir og tá var støðan 2-0 til Víkingur Reykjavík, sum eisini var uttan Gunnar Vatnhamar.

Gisli Eyjolfsson minkaði um munin til 1-2, tá ið 95 minuttir vóru leiktir.

Sjey minuttir ið dómarin hevði lagt afturat, fekk Klæmint møguleikan og hann saksaði bóltin í netið.

Málið kann síggjast her:

Málið hjá Klæmint kann síggjast her við spolað framm til 02:15 minuttum

Við javnleikinum er Breiðblik nú á einum triðja plássið, javnir í stigum við Valur og fimm stig aftanfyri Víkingur Reykjavik.