Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Váttað – Lionel Messi og PSG endað samstarvið

Tann 30. juni gongur sáttmálin út hjá Lionel Messi við Paris St. Germain, hettar merkir at tann sjey ferðir dupulti vinnarin av Ballon d’Or fer at finna sær eitt nýtt felag.

Hettar váttar PSG á sínari heimasíðu.

Sjálvt um PSG og Messi hava møguleikan at forleingja samstarvið, so er avgjørt at teir endað samstarvið í summar.

Leysatíðindi hava verið um at Messi var á veg til Saudi Arabia, men tað er óvist um argentinarin vil endað sína karrieru í Evropa enn.