Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Aleksandur: Vit eru óhepnir við reyða kortinum og einum sjálvmáli

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen siga frá báðum málunum HB skoraði móti B68 í 2-0 sigrinum á Svangaskarði. Hoyr eisini samrøðurnar Trygvi gjørdi við liðskiparan hjá B68, Aleksandur Jensen og høvuðsvenjaran hjá HB, Jákup Martin Joensen.

Aleksandur staðfestir, at teir í B68 vóru óhepnir fyrst at fáa Boubacar Dabo vístan av vølli í fyrra hálvleiki, og at koma afturum 0-1 orsaka av einum sjálvmáli.

Jákup Martin heldur, at HB-arnir vunnu ein uppibornan sigur á ein torførum útivølli móti einum liði, ið stríddist væl, ikki minst tá teir vóru 10 móti 11.