Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Andrass Johansen fegnast um, at Sabala er komin veruliga í gongd við málskjótingini

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Jógvan Sólheim Heinesen siga frá málunum, ið komu í 2-1 sigrinum hjá B36 á Víkingi á ovara vølli í Gundadali. Hoyr Jógvan taka stutt samanum dystin. Jógvan tippaði annars 2-1 til heimaliðið undan dystinum. Hoyr eisini samrøðurnar Rúni gjørdi við Andrass Johansen hjá B36 og Sølva Vatnhamar hjá Víkingi.

Andrass fegnast um, at Valerijs Sabala sum skoraði bæði málini hjá B36 í dag veruliga er komin í gongd við málskjótingina. Sølvi heldur, at teir í Víkingi spæla væl, men teir hava trupult við at umseta málmøguleikararnar til mál, og so mugu teir eisini læra at verja betur í hinum endanum.