Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Benzema takkar fyri seg í Real Madrid

Real Madrid váttar á sínari heimasíðu, at legendan Karim Benzema ikki heldur framm í felagnum.

Karim Benzema er uttan sáttmála tann 30. juni og hann takkar nú fyri seg á Santiago Bernabéu.

Áleyparin kom til Real Madrid úr Lyon í 2009 fyri knappar 35 mió evrur. Hann hevur spælt 647 dystir og skorað 353 mál fyri Los Blancos.

Í alt hevur Benzema vunnið 25 ymisk steyp við stórfelagnum Real Madrid og er núverandi Ballon d’Or vinnarin.