Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Gilli spælir við TB á jóansøku – einki skiftið er staðfest enn

Hoyr samrøðuna Heri Simonsen gjørdi við Gilla R. Sørensen hjá TB, ið sambært dystir.fo var dagsins maður í 1-0 sigrinum hjá TB á EB/Streymi í Hólmanum á Eiði. Gilli fegnast um uppiborna sigurin, og nú ætlar TB at geva KÍ ein skarpan gang á útivølli komandi leygardag. Gilli staðfestir, at hann spælir við TB á jóansøku. Hann hevur royndarvant við einum liði í Danmark, men enn er einki undirskrivað ella avtalað um nakað skiftið uttanlands. Um landsliðsúttøkuna í morgin slær Gilli fast, at hann verður sera vónbrotin um hann ikki verður úttikin til hópin, ið skal spæla EM-undankappingardystir móti Kekkia og Albania.