Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nú fara Obbekjær og 07 Vestur eftir fjórða plássinum

Hoyr samrøðurnar Heri Simonsen gjørdi við Dánjal á Lakjuni hjá ÍF og Daniel Obbekjær hjá 07 Vestur um dystin ÍF-07 Vestur 1-2 (0-1). Dánjal harmast um, at ÍF ikki megnar at fáa meir burturúr sínum málmøguleikum, og tað kostar stig í dag. Daniel Obbekjær fegnast um tað hann heldur er ein uppiborin sigur, har teir fáa nøkur vøkur mál, har serliga 2-0 málið hjá Jasper van der Heyden var framúr. 07 Vestur er fimm stig aftanfyri Víking. Komandi leygardag møtast 07 Vestur og Víkingur á Dungasandi í Sørvági, og Obbekjær slær fast, at nú fara teir í 07 Vestur eftir fjórða plássinum, har Víkingur í løtuni hevur 21 stig.