Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Zlatan leggur gaggurnar á hillina

Zlatan Ibrahimovic hevur spælt sín seinasta dyst og hevur gjørt av at leggja gaggurnar á hyllina.

Hann skifti Malmø FF út við Ajax Amsterdam í 2004, síðani hevur Zlatan verið á nærmast øllum teimum kendastu adressum í Evropa og eitt skifti umboðaði hann eisini LA Galaxy í MLS.

Zlatan sum hevur røtur úr Bosnia-Herzegovina og Kroatia, valdi at umboða tað svenska landsliðið í 2001. Hann fekk debut tann 31. januar 2001 ímóti júst Føroyum í einum vinardysti á Tipshall í Svøriki. Dysturin endaði 0-0, tá var Zlatan Ibrahimovic bert 19 ára gamal.

Síðani er tað blivið til 121 landsdystir og 62 mál.

Síðani 2020 hevur Zlatan umboða AC Milan, men skaðar hava darvað tann 41 ára gamla og hann hevur nú valt at takka av.

Feløgini hann hevur umboða eru hesi:

  • Paris St. Germain
  • AC Milan
  • Inter Milan
  • Ajax
  • Juventus
  • LA Galaxy
  • Manchester United
  • F.C Barcelona
  • Malmø FF

Sambært Transfermarkt hevur hann spælt 819 dystir og skorað 493 mál. Eisini hevur hann spælt 40 dystir og skorað 16 mál fyri Malmø FF.