Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

A-landsliðsúttøka: Brandur er við men byrjar neyvan inni

Hópurin til A-landsdystirnar móti Kekkia og Albania er úttikið í morgun. Nógvir spælarar, ið hava verið skaddir, eru við aftur, millum annað Brandur Hendriksson Olsen, sum tó ikki kann væntast at byrja inni, sambært landsliðsvenjaranum

Um smáar tvær vikur verður EM landsliðsfótbóltur aftur á skránni, tá A-landsliðið fær vitjan av Kekkia og Albania.

Fyrri dysturin verður leygardagin 17. juni, tá A-landsliðið við monnum tekur ímóti Kekkia á Tórsvølli, og týsdagin 20. juni skulu menninir aftur á vøllin, tá Albania kemur á vitjan.

Håkan Ericson setti nøvn á teir 24, ið eru úttiknir til landsdystirnar móti Kekkia og Albania, og har var tað gleðiligt at síggja, at fleiri spælarar, ið hava verið skaddir, eru við aftur. Jóannes Bjartalíð var ikki við í venjingardystunum í fjør heyst, og heldur ikki við í mars, tá Føroyar fekk javnleik í Moldova, men er nú við aftur. Tað sama er Petur Knudsen úr Lyngby, sum á síðsta leikdegnum bjargaði sær sætið í bestu deildini í Danmark. Petur Knudsen hevur spælt inni, og hevur eisini skorað mál, men hann fekk ein snudd í høvdið í næstseinasta dystinum, ið helt honum úti í síðsta dystinum í Horsens.

Kanska mest gleðiligu tíðindini á tíðindafundinum fyrrapartin er, at Brandur Hendriksson Olsen nú er tøkur aftur fyri landsliðið, eftir at hava verið úti í útvið eitt ár við liðbandsskaða. Men landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, sigur í samrøðu við FM1, at vit kunnu ikki vænta okkum, at Brandur fer at byrja inni í dystunum móti Kekkia og Albania, men at hann kemur at hava ein leiklut er einki at ivast í.

Hoyr samrøðuna her.

Fyri føroyska A-landsliðið við monnum eru kekkar ikki ókendir mótstøðumenn. Fimm ferðir áður hava Føroyar møtt Kekkia, men enn eiga vit fyrstu stigini til góðar, hóast vit vóru nær við tann 6. september í 1998 á Svangaskarði, tá Vladimir Smicer skoraði tiltikna anti-Fair Play-málið í 0-1 ósigrinum.

Les eisini...  Ársins orð er “vitlíki”

Hinvegin hevur landsliðið ongantíð áður spælt ímóti Albania, sum hevur spælarar runt í Evropa, ið spæla á høgum støði.

EM-undakapping:

Føroyar – Kekkia á Tórsvølli, leygardagin 17. juni klokkan 19:45.

Føroyar – Albania á Tórsvølli, týsdagin 20. juni klokkan 19:45.

Hópurin móti Kekkia og Albania sær soleiðis út:

Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Hanus Sørensen, HB
Gilli Rólantsson Sørensen, TB
Viljormur Davidsen, HB
Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Heini Vatnsdal, KÍ Klaksvík
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg)
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad (Noreg)
Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Rene Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers (Írland)
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstað (Noreg)
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad (Noreg)
Hannes Agnarsson, B36
Petur Knudsen, Lyngby BK (Danmark)
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (Ísland)
Jóan Símun Edmundsson, S.K. Beveren (Belgia)