Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Besta løtan á fótbóltslívsleiðini

Toby Alderweireld hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Hann hevur spælt finaluna í Champions League og HM-hálvfinalu, men besta løtan á fótbóltslívsleiðini var í gjárkvøldið, tá 34 ára gamli Toby Alderweireld hamraði bóltin upp í hornið til 2-2 ímóti Racing Genk í 94. minutti.

Javnleikurin merkti, at liðini býttu um pláss á stigatalvuni og tá Union Saint-Gilloise samstundis tapti fyri Club Brügge, so gjørdist meistaraheitið ein veruleiki fyri Royal Antwerp. Sambært Voetbal International segði Toby Alderweireld hesi orðini í belgiskum sjónvarpi: “Mær fattast orð. Vit hava arbeitt so hart fyri hesa løtuna. Liðið hevði uppiborið tað. Ongin trúði longur upp á okkum.” Og víðari segði hann: “Eg havi verið so heppin at luttikið í týdningarmiklum dystum, eitt nú Champions League-finaluni og HM-hálvfinaluni, men hetta er besta løtan á fótbóltslívsleiðini.”

COVID-19 órógvaði eisini belgisku landskappingina, har liðini hava verið 18 í bestu deildini í nøkur ár, men nú verður aftur farið til 16 lið. Fyrst spæla liðini eitt grundspæl og síðani spæla fýra tey bestu um meistaraheitið eftir, at stigini eru býtt í helvt (rundað uppeftir). Racing Genk vann grundspælið við 75 stigum, Union Saint-Gilloise fekk eisini 75 stig, men verri málmun og Royal Antwerp nr. 3 við 72 stigum. Club Brügge endaði á 4. plássi. Nr. 5-8 spæla eisini um eitt pláss í UEFA Europa Conference League.

Hóast Racing Genk tapti meistaraheitið, so sleppa teir framvegis at royna seg í undanumfarinum til Champions League, tí bæði nr. 1 og 2 í Belgia vinna sær rættin til Champions League luttøku. Union Saint-Gilloise og Club Brügge luttaka eisini í UEFA Europa Conference League.