Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrsti dystur var torførasti dystur

Tann 5. juni 1938 byrjaði Italia HM-kappingina við at vinna á Noreg eftir longda leiktíð og tað gjørdist eisini tættasti dysturin í væleydnaðu royndini at verja HM-heitið.

Teir høvdu roynt longda leiktíð í finaluni í 1934, áðrenn teir vunnu 2-1 á Tjekkoslovakia í Róm, tá Angelo Schiavo skoraði í 95. minutti. Hinvegin spældu norðmenninir allarfyrsta HM-dystin, tí teir valdu ikki at luttaka í HM 1930 ella 1934.

Liðini møttust í 1. umfari á Stade Vélodrome í Marseille, har 19.000 áskoðarar sóu verandi heimsmeistararnir leggja seg á odda eftir bara tveir minuttir við einum máli frá Pietro Ferraris (tað var kortini ikki dagsins fyrsta mál, tí franski Émile Veinante skoraði í fyrsta minutti í dystinum ímóti Belgia, sum byrjaði somu tíð).

Tunna leiðslan hjá Italia vardi til 83. minutt, tá Arne Brustad javnaði fyri Noreg og dysturin skuldi avgerast við longdari leiktíð. Í longdu leiktíðini skoraði Silvio Piola í 94. minutti og legði Italia aftur á odda. Endaliga úrslitið í dystinum gjørdist sostatt 2-1.

Sigurin gav Italia pláss í fjórðingsfinaluni, har teir vunnu 3-1 á Fraklandi. Eftirfylgjandi 2-1 sigurin á Brazil í hálvfinaluni hevði sama málmun sum dysturin ímóti Noreg, men Italia førdi 2-0, til Brazil minkaði um munin tríggjar minuttir fyri leiklok og tí tykist dysturin at hava verið tættari, enn hann í veruleikanum var. Síðani vann Italia 4-2 á Ungarn í finaluni og endaði sum fyrsti tvífaldi HM-vinnarin í HM-søguni.