Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

HM fyri U20 landslið í Argentina

Síðani 20. mai hava 24 lond úr 6 heimspørtum kappast fyri U20 landslið í Argentina. Upprunaliga skuldi Indonesia vera vertstjóð, men stakríkisstjórin í Bali, Wayan Koster, sýtti fyri at lata Ísrael luttaka í lutakastinum til endaspælið.

Indonesia er í høvuðsheitum eitt muslimskt land og tað var orsakað av ósemjuni við Palestina, at stakríkisstjórin ikki ynskti at hava Ísrael við í endaspælið. Forsetin Í FIFA, Gianni Infantino, gjørdi skjótt av og fór á fund í Paraguay við fótbóltsforsetan í Argentina, Claudio Tapia.

Argentina megnaði ikki at spæla seg til endaspælið í undankappingini og tí mundi tað koma væl við, at FIFA gav teimum ein eyka møguleika sum vertstjóð.

Tað er fyrstu ferð síðani HM 1970 í Mexico, at Ísrael luttekur í einum HM-endaspæli. Tá vann liðið seg í HM-endaspælið gjøgnum luttøku í Asia/Osiania og hesaferð umvegis UEFA, sum Ísrael hevur verið partur av síðani 1991.

Fýra europeisk lond vunnu sær rættin til HM-endaspælið: Ongland, Frakland, Italia og Slovakia.

Hósdagin 8. juni verða hálvfinalurnar leiktar, har Uruguay og Ísrael møtast í aðrari og í hinari dystast Italia og Suðurkorea. Ísrael vann 3-2 á Brazil eftir longda leiktíð, Italia vann 3-1 á Kolumbia og Suðurkorea vann 1-0 eftir longda leiktíð á Nigeria, meðan Uruguay vann 2-0 á USA.

Finalan verður leikt 11. juni á Estadio Único Diego Armando Maradona í La Plata.