Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Meistari í 94. minutti

Í gjárkvøldið varð belgiska meistaraheitið avgjørt í síðstu minuttunum, tá 34 ára gamli Toby Alderweireld hamraði bóltin upp í hornið til 2-2 ímóti Racing Genk í 94. minutti. Javnleikurin merkti, at liðini býttu um pláss á stigatalvuni og tá Union Saint-Gilloise samstundis tapti fyri Club Brügge, so gjørdist meistaraheitið ein veruleiki fyri Royal Antwerp. Fyrsta meistaraheitið hjá felagnum síðani 1957 og fjórða samanlagt.

Undan seinasta leikdegi høvdu trý lið møguleikan at fara við gullinum, har Royal Antwerp hevði bestu kortini á hondini. Teir lógu fremstir við 46 stigum, meðan mótstøðuliðið í seinasta dystinum lá á 3. plássi við 45 stigum. Á 2. plássi lá Royale Union Saint-Gilloise við somuleiðis 46 sigum og skuldi spæla ímóti Club Brugge, sum onki hevði at spæla fyri.

Meistaraheitið ferðaðist eisini fleiri ferðir millum liðini, tá Union St. Gilloise legði seg á odda 1-0, men móti endanum tveitti fyrrverandi liðið hjá Samuel Chukwudi alt fyri borð, tá liðið lat trý mál inn.

Royal Antwerp var afturúr 0-1 og 1-2 til Genk, sum tískil lá best fyri at vinna belgiska meistaraheitið í einum spennandi endabresti. Fjeppararnir hjá Genk vóru so smátt farnir at gera klárt til stóru gullveitsluna á Cegeka Arena, tá fyrrverandi Tottenham Hotspur og belgiski landsliðsleikarin, Toby Alderweireld, kom til sjóndar fyri Royal Antwerp.

Royndi belgiarin javnaði nevniliga til 2-2, tá hann við einum framúrskarandi skoti hamraði bóltin upp í hornið og sostatt var við til at vinna meistaraheitið til Royal Antwerp.

Royan Antwerp endaði tískil kappingarárið við 47 stigum, meðan Genk og Union St. Gilloise máttu noyðast við 46 stig.