Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Miðlar – Tottenham setur Ange Postecoglou sum nýggjan venjara

Ange Postecoglou verður nýggjur venjara hjá Tottenham við einum 2 ára sáttmála, sambært fleiri miðlum.

Tann 57 ára gamli Ange, sum er úr Australia, hevur seinastu árini verið venjari hjá Celtic.

Eitt tíðarskeið var hann landsliðsvenjari hjá Australia, eisini hevur Ange vant feløg úr Japan, Australia og Grikkalandi.

Hettar kappingarárið hevur hann vunnið Scottish Premier League, Scottish Cup og Scottish League Cup við The Bhoys.

Nakað av venjaraskiftum hava verið síðani Antonio Conte fekk sekkin hjá The Spurs tann 26. mars.

Bæði Christian Stellini og Ryan Mason hava staðið á odda, men nú hava Tottenham endiliga funnið sín venjara.

Tottenham endaðu í ár á einum 8. plássið í Premier League og eru uttan Evropa Cup fótbólt næsta kappingarár.