Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Signa Vár svimur í Virtus Global Games

Signa Vár Dávadóttir luttekur hesa vikuna í Virtus Global Games, ið verða hildnir í Vichy, Frankarríki

Hesa vikuna verða Virtus Global Games hildnir í Vichy, Frankarríki, har Signa Vár Dávadóttir fer at luttaka.

Hetta er sætta ferðin, at Virtus Global Games verða hildnir, og hetta er aðru ferð, at Signa Vár Dávadóttir luttekur.

Virtus Global Games eru leikir, har úrvalsítróttarfólk við menningarórógvi kappast.

Fyri fýra árum síðan, tá leikirnir vóru í Brisbane, Avstralia, var Signa Vár í toppformi, og kom tá heimaftur við heili níggju heiðursmerkjum, skrivar Parasport Føroyar í tíðindaskrivi.

Signa Vár svimur í klassa II3, sum er fyri fólk við vanligum intelligensi, men sum eru innan autismuspektrið.

Kappingarnar hjá Signu Vár byrja í dag, og halda fram alla vikuna.

Skráin og beinleiðis stroyming er at finna á www.gg2023.org

Kelda: Parasport Føroyar

Her er eitt lítið videobrot frá fyriskiparanum av Virtus Global Games í Fraklandi