Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Avísupplagið var í botni í fjør

Upplagið á føroyskum avísum var í fjør bert 10.500 um vikuna. Saman við árinum í 2013 er hetta tað lægsta nakrantíð

Frá einum upplagi á 50.700 um vikuna í 2006, tá upplagið var tað størsta, var upplagið um vikuna á føroysku tíðindabløðunum í fjør 10.500.

Tað vísir ein nýggj uppgerð frá Hagstovuni.

Saman við árinum í 2013 er hetta tað lægsta, ið upplagið í Føroyum nakrantíð hevur verið.

Frá 2001 til 2008 var upplagið rættiliga høgt og lá oman fyri 40.000 øll árini, áðrenn tað í 2009 fór niður í næstan eina helvt. Tá var upplagið 26.400.

Síðani dalaði upplagið stigvíst fram til 2013, tá upplagið var 10.500. Upplagið hevur verið rættiliga javnt síðan tá, um 12.000 um vikuna, men seinastu trý árini hevur upplagið aftu við í lítlari, men javnari, afturgongd, og í fjør var upplagið altso aftur 10.500.

Tað skal kortini viðmerkjast, at tølini fyri Dimmalætting eru ikki við í hagtølunum frá í fjør, tí tað er ikki eydnast Hagstovuni at fáa fatur á teirra tølum, sigur Hagstovan.

Samstundis sum at blaðvinnan hevur verið í afturgongd, hevur hinvegin verið framgongd í bókavinnuni, og yvirhøvur vera nógv fleiri bókmentir útgivnar nú enn fyri 20 árum síðani.

Í 2001 vórðu útgivnar 117 bøkur, men í árunum frá 2007 fram til 2012 vaks hetta talið frá 132 og upp í 263.

Síðani er talið á bókaútgávum minkað nakað, men frá 2020 til 2021 gjørdu útgávurnar aftur eitt lop uppeftir, frá 178 í 2020 til 212 í 2021.

Á hvørjum ári er umleið helvtin av bókaútgávunum upphavsverk, meðan hin helvtin er týðingar.