Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hondbóltur: U21-hópurin til HM-endaspælið úttikin

16 spælarar eru úttiknir til U21 HM-endaspælið í Týsklandi, sum verður í døgunum frá 20. juni til 2. juli

Aðalroyndin hjá fleiri A-landsliðsspælarum til EM-endaspælið í januar komandi ár verður nú í summar, tá U21-landsliðið í hondbólti skal taka lut í HM-endaspælinum í Týsklandi.

Kappingin verður í døgunum frá 20. juni til 2. juli, har innleiðandi bólkurin hjá Føroyum verður spældur í týska býnum, Magdeburg.

Føroyar eru í bólki saman við Spania, Japan og Angola. Talan er um ein spennandi og avbjóðandi bólk. Spania gjørdist evropameistari til EM í fjør, har Føroyar gjørdist nummar tíggju, meðan Japan vann asiatiska U21 endaspælið. Angola gjørdist nummar fýra í afrikanska endaspælinum.

Innleiðandi leiksskráin sær soleiðis út:
Týsdagin 20. juni kl. 10.00 Føroyar – Angola
Hósdagin 22. juni kl. 10.00 Føroyar – Japan
Fríggjadagin 23. juni kl. 19.15 Spania – Føroyar.

Allar tíðir eru føroyskar.

Venjararnir Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher hava úttikið hesar 16 leikarar til U21 HM-endaspælið í Týsklandi:

Málverjar:
Pauli Jacobsen, H71
Aleksandar Lacok, Neistin

Vinstri vengur:
Janus Dam Djurhuus, ÍBV
Pauli Høj, Neistin

Høgri vengur:
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus Håndbold
Bogi Hansen, H71

Strikur:
Kristian Jensen, VÍF
Ísak Vedelsbøl, Neistin

Bakspælarar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof
Rói Ellefsen á Skipagøtu, H71
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne
Sveinur Olafsson, H71
Bjarni í Selvindi, StÍF
Ovi Lützen, Kyndil
Kristoffur Bjørgvin, Kyndil
Brian Slyne, KÍF

Málverjavenjari er Jens á Skipagøtu, fysioterapeut er Ári Jógvansson Olsen og liðleiðari Leif Kristoffersen.