Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jón Sigurdsson heldur fram sum formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag

Fríggjadagin 2. juni var aðalfundur hildin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, har millum annað nevndarval var á skránni. Nevndin heldur fram óbroytt

Fríggjadagin 2. juni var aðalfundur hildin í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Fyri vali stóðu Jens Meinhard Rasmussen, Kristoffur Laksá og Fróði Magnussen, og teir vóru allir afturvaldir. Nevndin heldur sostatt fram óbroytt.

Eftir fundin skipaði nevndin seg við Jón Sigurdsson sum formanni og Høgna Hansen sum næstformanni.

Í nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag sita sostatt: Jón Sigurdsson, Høgni Hansen, Kristoffur Laksá, Jóhanna á Bergi, Fróði Magnussen, Árni Ellefsen, Odd Eliasen, Jens Meinhard Rasmussen og Ólavur Bjarkhamar.

Til ber at lesa ársfrágreiðing felagsins her.

Kelda: Vinnuhúsið