Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Karim Benzema skiftir til Al-Ittihad

Tann 35 ára gamli franski áleyparin, Karim Benzema fer komandi kappingarár at spæla við Al-Ittihad í Saudi Arabia.

Karim Benzema var ikki sáttmálabundin longur, eftir hann valdi ikki at forleingja við Real Madrid. Tí kann hann frítt skifta til Al-Ittihad á einum 3 ára sáttmála.

Sambært keldum fer Karim Benzema at tjena umleið 200 mió evrur um árið.

Al-Ittihad blivu meistarar hettar kappingarárið í Pro League, 5 stig frammanfyri Al-Nassr, sum hevur Cristiano Ronaldo í hópinum.