Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kringvarpsstjórin: Umráðandi at føroysk børn hyggja eftir føroyskum tilfari

Kringvarpið og Klintra hava ment eina nýggja app, VIT-appin, ið er føroyskt sjónvarpstilfar til børn og barnsligar sálir

Kringvarpið hevur ment eina nýggja app, VIT-appin, sum er føroyskt sjónvarpstilfar til børn.

Úr rúgvuni kann nevnast Grísa Peppa, Mouk og aðrar útlendskar røðir, ið nú eru við føroyskari talu. Eisini er føroyskt framleitt tilfar at finna í appini.

– Tað, at vit nú kunnu gera barnatilfar lættari atkomuligt á einum palli, sum børnini brúka nógv, hevur stóran týdning. Vit liva í eini tíð, har útlendska tilfarið og enska málið vinnur alt meira fram og trokar tað føroyska til viks. Tí er tað so umráðandi, at børn og ung skulu kunna kenna seg aftur í einum føroyskum veruleika. Sum public service-stovnur vóna vit, at appin fer at hava jaliga ávirkan á máltilvitið hjá børnunum, sigur Ivan Hentze Niclasen, stjóri í Kringvarpi Føroya, í tíðindaskrivi.

Ymiskt tilfar
Kringvarpið keypir javnan útlendskar barnarøðir og -filmar, og somuleiðis framleiðir stovnurin sjálvur so nógv, sum arbeiðsorkan loyvir. Ætlanin er, at tilfarið javnan verður skift út, so børnini hava okkurt at gleða seg til. Talan kann bæði vera um nýggjar útlendskar røðir, sum eru týddar til føroyskt, og um eginframleiðslu hjá Kringvarpinum – bæði nýggja og eldri. 

Starvsfólkini á barnaøkinum í Kringvarpinum, programm- og KT-fólk hava arbeitt við appini síðan á sumri í 2022, og í tilgongdini hava fólk uttan fyri húsið og starvsfólk í Kringvarpinum roynt appina og hava so gjørt sínar afturmeldingar, soleiðis at veitarin hevur havt møguleika at laga appina til.

Til ber at taka VIT-appina niður á iPhone og Android við at leita eftir KVF Vit.

Tað er Klintra, ið hevur ment appina í samstarvi við KT-deildina í Kringvarpinum.