Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Manchester United leikari meldaður til løgregluna

Manchester United leikarin Antony er sambært brasilska miðilin Globo Esporte, blivin meldaður til løgregluna av eksdamuni Gabriela Cavallin.

Sambært ákærum hevur Antony hótt og nýtt harðskap ímóti eksdamuna Gabriela Cavallin í mai mánaða.

Eisini verður sagt, at Antony fyrr hevur víst ágangandi atburð, tá ið Antony og Gabriela Cavallin vóru par.

Ákæran bleiv latin inn mánadagin til løgregluna í Sao Paulo.

Eingin viðmerking hevur verið at hoyra frá Antony ella Manchester United um málið.