Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Video: Skoraði tvey mál og gjørdist dagsins spælari

Klæmint Andrasson Olsen bleiv skiftur inn, skoraði tvey mál og gjørdist dagsins maður. Her eru videobrotini av báðum málunum, ið Klæmint skoraði móti FH í gjárkvøldið

Í gjárkvøldið gjørdist Klæmint Andrasson Olsen dagsins maður í steypadystinum móti FH, ið var á odda 1-0 í hálvleikinum.

Klæmint bleiv sendur at hita upp, og varð skiftur inn, tá seinni hálvleikur skuldi byrja, og tað skuldi vísa seg at vera ein góð avgerð, tí við tveimum málum, so var kongurin í boksini atvoldin til, at Breiðablik vann steypadystin 3-1. Harvið er Breiðablik komið í hálvfinaluna í íslendsku steypakappingini.

Rituvíkingurin javnaði, tá 70. minuttir vóru spældir, og í yvirtíðini sló hann sigurin fastan, tá hann legði Breiðablik á odda 3-1. Málið til 2-1 skoraði Davið Ingvarsson.

Gunnar Vatnhamar og Víkingur eru eisini víðari í steypakappingini. Í gjárkvøldið vann Víkingur Reykjavík 2-1 á Þór. Gunnar Vatnhamar hevur ein lítlan skaða, og var tí ikki við í dystinum í gjár.

Her eru videobrotini av málunum hjá Klæminti í gjárkvøldið.

Her javnar Klæmint:

Og her slær Klæmint sigurin fastan: