Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Viggo Venn vann BGT

Sunnudagin var finalan í Britain’s got talent og var tað eingin annar enn norski Viggo Venn, sum reyk avstað við vinninginum sum var 250.000 GBP ella slakar 2,2 milliónir krónur.

Sangur, gykl, dansur og annað varð umboðað í finaluni men serliga vóru tað 2 framførarar, sum ein legði merki til.

Japanski Tonikaku við sínum “Still Wearing” og Viggo Venn við sínum “Hi-Vis” fingu gongd í smílibondini.

Tonikaku megnaði tó ikki at koma í topp 3 men tað gjørdi Viggo saman við einum 14 ára gomlum gyklara og 13 ára gamlari dansara.

Dómarirnir søgdu um Viggo at hann hevði vunnið hjørtuni á øllum í Bretlandi við sínum gulu vestum.

Síggj bæði semifinalu brotini her: