Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Conference League finalan: West Ham og Fiorentina bresta saman í kvøld

Finalan í Europa Conference League verður spæld í kvøld, tá West Ham og Fiorentina bresta saman í Prag í Kekki. Sambært The Guardian, so kann David Moyes missa starvið, um hann ikki vinnur finaluna

Í hesum døgum eru allar tær evropeisku finalurnar í fótbólti á skránni.

Sevilla vann fyri viku síðan Europa League, og leygardagin verður Champions League millum Manchester City og Inter, men í kvøld er finalan í minstu evropeisku kappingini, Europa Conference League, á skránni, tá West Ham og Fiorentina hittast í Prag í Kekkia.

Tað hevur gingið væl hjá The Hammers úti í Evropa í ár, men verri hevur verið í heimligu kappingini, har West Ham endaði á einum 14. plássi.

Men skal mann trúgva bretska miðlinum, The Guardian, so verður dysturin í kvøld avgerandi fyri West Ham-venjaran, David Moyes, tí vinnur West Ham ikki finaluna, so verður skotin koyrdur.

The Guardian skrivar, at velur London-felagið at siga David Moyes úr starvi, so er ein av hesum venjaranum eitt gott boð upp á ein nýggjan West Ham-venjara: Brendan Rodgers, Graham Potter ella Paulo Fonseca, ið er venjari hjá franska Lille.

West Ham hevur tríggjar ferðir áður verið í evropeiskum finalum, og vann millum annað Cup Winners Cup í 1965 og Intertoto Cup í 1999.

Dysturin millum West Ham og Fiorentina byrjar klokkan 20 í kvøld, og Televarpið vísir dystin á TV2 SportX.