Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Filipinar syngja karaoke á Skála

Tað vóru ikki øll, ið vóru eins fegin fyri at hoyra karaoke við hús, so MEST gjørdi av at innrætta eitt rúm á gomlu havnarskrivstovuni til karaoe

Nýggjasta karaokestaðið í Føroyum finnur tú nú á gomlu havnaskrivstovuni á Skála, tí skipasmiðjan MEST sigur í dag, at havnaskrivstovan er gjørd um til uppihaldsstað fyri MEST starvsfólk og hevur millum annað fingið karaoke.

Havnaskrivstovan hevur fingið innrættað trý ymisk rúm: Eitt til karaoke, eitt til “chill” og eitt triðja til “sports lounge”.

Um orsøkina til nýggju uppihaldsstovuna sigur MEST, at nógv av filipinsku starvsfólkunum hjá MEST vóru farnir at syngja karaoke í býlinum, har teir búgva saman við øðrum, og at móttøkan av hesum var eitt sindur ivasom.

Talið á filipinum var farið at økjast hjá MEST, og filipinar hava ein serligan tokka til karaoke. Og tí varð avgerð tikin um at gera eitt karaoke stað, har starvsfólkini kunnu royna seg sum Bon Jovi, ella hvør tað nú einaferð skuldi verið.

– Heldur enn at broyta mentanina hjá filipinum, valdu vit at gera so, at filipinar kunnu hava sína mentan her, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.

Á Skála starvast gott og væl 100 fólk, og av hesum búgva umleið 60 manns skamt frá Skipasmiðjuni. Tað er serliga við hesum starvsfólkum í huga, at gamla havnarskrivsstovan, er umvæld til at hýsa sosial starvsfólkatiltøk.