Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fiskavirkisskipanin hevur goldið 239 milliónir krónur seinastu 10 árini

Seinastu tíggju árini eru útgoldnar 239 milliónir krónur í arbeiðsloysisstuðli úr fiskavirkisskipanini hjá ALS. Fiskavirkisskipanin stendur nú fyri næstan helvtini av øllum útgjaldum úr ALS grunninum

Seinastu tíggju árini eru 239 milliónir krónur útgoldnar úr fiskavirkisskipanini hjá ALS.

Hetta uppýsir Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í Umhvørvismálum, í svari til Liljuna Weihe, tingkvinnu fyri Tjóðveldi.

Í fyrispurninginum vildi Liljan Weihe hava greiðu á, hvussu nógvur peningur var útgoldin úr fiskavirkisskipanini hjá ALS seinastu tíggju árini, og hvussu stórur partur av útgoldna peninginum úr fiskavirkisskipanini varð útgoldin til starvsfólk á virkjum í ali- og uppsjóvarvinnuni.

Eisini vildi Liljan Weihe hava at vita, hvussu arbeiðið at eftirmeta fiskavirkisskipanina gongur.

Og tað eru ikki hissini upphæddir, sum eru útgoldnar úr skipanini, tí seinastu 10 árini eru útgoldnar nærum 240 milliónur krónur.

Fiskavirkisskipanin hjá ALS er ein arbeiðsloysisstuðulsskipan, sum fevnir um tíðarbundið arbeiðsloysi á fiskavirkjum.

Skipanin tryggjar starvsfólki arbeiðisloysisstuðul, um steðgur er í arbeiðinum á virkinum vegna vantandi feska rávøru ella líknandi umstøður.

Í svarinum hjá Ingilín D. Strøm er eisini greitt, at seinastu tíggju árini er fiskavirkisskipanin vorðin ein alsamt størri partur av útgjaldinum hjá ALS. Í 2012 vóru útgjøldini í fiskavirkisskipanini níggju prosent av samlaðu útgjøldunum hjá ALS, men í fjør var prosentparturin heili 43 prosent.

Í krónum og oyrum hevur útgjaldið úr fiskavirkisskipanini svinga millum 14 milliónir krónur og 25 milliónir krónur seinastu tíggju árini, men samstundis er útgjaldið úr vanligu ALS skipanini minkað niður í ein brotpart av tí, sum tað var í 2012.

Samlaða útgjaldið av arbeiðsloysisstuðli úr fiskavirkisskipanini til starvsfólk á ali- og uppsjóvarvirkjum í árunum 2012-2022 er umleið 120 milliónir krónur, sum er umleið 53 prosent av samlaðu útgjøldunum úr fiskavirkisskipanini. Um tølini higartil í ár skulu leggjast aftrat, er talan um 129 milliónir krónur.

Les eisini...  Útflutningurin til Russlands ikki steðgaður upp

– Hesi seinastu tíggju árini ella so er útgjaldið av arbeiðsloysisstuðli úr fiskavirkisskipanini vorðið alsamt vaksandi partur av samlaða útgjaldinum hjá ALS, og harvið er skipanin í vaksandi mun vorðin ein ískoytisarbeiðsloysisskipan heldur enn ein fulltíðararbeiðisloysisskipan, og nærum helmingurin av samlaða útgjaldinum er nú arbeiðsloysisstuðul úr fiskavirkisskipanini, sigur Ingilín D. Strøm.