Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fiskivirkisskipanin hjá ALS skal dagførast

Fiskavirkisskipanin hjá ALS, ið gevur arbeiðsloysisstuðul í tekur við í sambandi við tíðarbundið arbeiðsloysi á fiskavirkjum, skal nú dagførast. Skipanin hevur verið fyri atfinningum fyri at gjalda út arbeiðsloysisstuðul til starvsfólk hjá ríkastu fyritøkum í Føroyum

Stýrið fyri ALS hevur gjørt eina eftirmeting av fiskavirkisskipanini og hevur mælt til at gera nakrar broytingar í kunngerðini um útgjald av arbeiðsloysisstuðli til arbeiðsleys á fiskavirkjum.

Tað sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í Umhvørvismálum, í svari til fyrispurning um fiskavirkisskipanina hjá ALS.

Umhvørvismálaráðið hevur sent uppskot til broytingar til hoyringar.

Fiskavirkisskipanin hjá ALS er ein arbeiðsloysisstuðulsskipan, sum fevnir um tíðarbundið arbeiðsloysi á fiskavirkjum.

Skipanin tryggjar starvsfólki arbeiðisloysisstuðul, um steðgur er í arbeiðinum á virkinum vegna vantandi feska rávøru ella líknandi umstøður.

Skipanin hevur kortini verið fyri atfinningum, tí at tað eru starvsfólk hjá ríkastu fyritøkunum í Føroyum, ið fáa útgjald úr skipanini.

Uppskotið hevur við sær, at arbeiðsleys á fiskavirkjum skjótari kunnu koma í vanligu arbeiðsloysisskipanina og harvið fáa hægri útgjald og verða tøk til onnur størv. 

Ítøkiliga er talan um at áseta krav um, at í fýra vikur á rað skal persónur hava í minsta lagi 16 arbeiðstímar á tí fiskavirkinum, viðkomandi hevur tilknýti til. 

Annars verður viðkomandi ikki mettur sum arbeiðsleysur á fiskavirkinum og fær ikki longur arbeiðsloysisstuðul úr fiskavirkisskipanini. Sum nú er, ber til at vera í og fáa útgjald úr fiskavirkisskipanini, um onki arbeiði er á fiskavirkinum, í upp til átta vikur.

Um viðkomandi fer til arbeiðis í ein tíma ella tveir í til dømis sjeyndu ella áttandu vikuni, verður tíðarskeiðið longt við átta vikum afturat. Fólk kunnu sostatt vera arbeiðsleys og hava rætt til arbeiðsloysisstuðul úr fiskavirkisskipanini í langa tíð.

Broytingarnar hava harumframt við sær, at tað skulu ganga minst fýra vikur, frá tí at ein persónur er dottin úr fiskavirkisskipanini, til viðkomandi kann sleppa í fiskavirkisskipanina aftur. 

Les eisini...  Ukraina fær onga serviðgerð at gerast limur í Nato

Dettur ein persónur úr fiskavirkisskipanini, tí viðkomandi ikki lýkur treytirnar um minst 16 arbeiðstímar í fýra vikur á rað, kann viðkomandi fara í vanligu arbeiðsloysisskipanina og/ella søkja um at koma í fiskavirkisskipanina aftur, tá ið fýra vikur eru gingnar. 

Fer persónurin í vanligu arbeiðsloysisskipanina, ber tað væl til hjá viðkomandi at fara til arbeiðis aftur á sama fiskavirkinum, samstundis sum viðkomandi er í vanligu arbeiðsloysisskipanini. Kunngerðin um útgjald av arbeiðsloysisstuðli ásetur, hvussu nógv kann verða arbeitt, samstundis sum viðkomandi fær lutvíst útgjald úr ALS.

Semja er ikki í stýrinum fyri ALS um,hvørt ali-og uppisjóvarvirkir framhaldandi skulu vera partur av fiskavirkisskipanini, og tískil er einki tilmæli komið til landsstýriskvinnuna um at gera broytingar hesum viðvíkjandi.