Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrrverandi HB-venjari til IFK Göteborg

Jens Berthel Askou verður nýggjur venjari hjá IFK Göteborg. Hann hevur skrivað undir ein trý og eitt hálvt ára sáttmála við svenska felagið

Hann vann føroyska meistaraheitið við HB í 2020, flutti niður við Horsens hetta kappingarárið, men komandi tíðina skal Jens Berthel Askou føra IFK Göteborg upp á toppin aftur í svenskum fótbólti.

IFK Göteborg liggur í løtuni nummar 14 í Allsvenskan við bert sjey stigum eftir 11 dystir.

Jens Berthel var venjari hjá HB í 2020, har hann vann The Double, áðrenn hann gjørdist venjari hjá AC Horsens í 2021. Jens hevði sáttmála við Horsens í eitt ár afturat, men nú steðgar samarbeiðið í úrtíð, eftir at IFK nú hevur keypt hann úr sáttmálanum.