Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrsta steypið í 43 ár hjá The Hammers

Europa Conference League finalan bleiv spæld í kvøld, tá ið West Ham vann 2-1 á Fiorentina.

Jarrod Bowen gjørdist tann stóri sigursharrin, tá ið West Ham vann finaluna ímóti Fiorentina í Europa Conference League.

Hettar er fyrsta steypið í 43 ár hjá The Hammers. Seinasta var í 1980, tá ið West Ham vann F.A Cup.

Finalan bleiv spæld í Prag á Fortuna Park.

Fyrsti hálvleikur bleiv serliga merktur, tá ið liðskiparin Cristiano Biraghi, fekk ein lut í høvdið. Hettar hendi, tá ið liðskiparin hjá Fiorentina skuldi taka eitt horna.

Spælið steðgaði eina løtu og leikarin mátti fáa bind um høvdið. Eini boð komu úr hátalaranum, um at steðga við at kasta lutir inn á vøllin. Men aftaná 5 minuttir, fór spælið í gongd aftur.

Hálvleiksstøðan var 0-0.

Tá ið gott ein tími var spældur, var Biraghi so óheppin, at hann fekk hondina á bóltin og dømt var brotspark til West Ham. Said Benrahma var settur at skjóta og setti bóltin ósvikaligt í høgru síðu.

Eina lítla løtu seinni fekk Nicolas Gonzalez eina langa sending í høgra borðið, hann spældi bóltin víðari til Giacomo Bonventura, sum vísti eina ótrúliga dygd og sendi bóltin frammvið málverjan Alphonse Areola.

Tá ið 89 minuttir vóru leiktir, bleiv Jarrod Bowen spældur fríur og hann kundi senda steypið til London.

Sum tað var skrivað fyrr ídag, kann hettar steypið hava ein ótrúliga stóran týdning fyri venjaran David Moyes. Kravið var ein sigur í kvøld, fyri at varðveita starvið sum venjari hjá West Ham.

Hettar steypið merkir samstundis, at West Ham fer at luttaka í Europa League næsta kappingarár.