Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jada avlýsir sína konsert á G!

Jada, ið skuldi spæla á G! í ár, er við barn, og varð í síðstu viku innløgd við komplikatiónum. Hetta hevur við sær, at hon í dag hevur boðað frá, at hon verður noydd at avlýsa allar konsertir uttanlands í summar - eisini G! Festivalin

G!-Festivalurin boðar í dag frá, at danska Jada, ið skuldi spæla á festivalinum í ár, hevur avlýst allar sínar konsertir uttanlands í summar, og tað merkir eisini, at hon avlýsir sína konsert á G!

Jada er við barn, og varð í síðstu viku innlggd við komplikatiónum. Hetta hevur við sær, at hon í dag hevur boðað frá, at hon verður noydd at avlýsa sína konsert á G!-Festivalinum, boðar G! frá.

Festivalurin sigur, at avboðið kemur brátt við, men tey gleðast um, at støðan við henni og barninum er stabil. 

– Vit í ferð við at finna ein góðan avloysara til festivalin, ið kann koma afturat kanska sterkastu tónleikaskrá, ið vit nakrantíð hava havt, skrivar G!-Festivalurin á heimasíðu sínari.

Jada er kend fyri sínar feministisku tekstir, og hevur eisini í samrøðum víst á, at hevur tú góð tónleikaevnir, so hevur tú skyldu til at deila tað við almenningin.