Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jákup Mortensen settur sum stjóri í NSÍ

NSÍ hevur í dag fingið nýggjan stjóra. Tað verður 26 ára gamli Jákup Mortensen, sum frameftir skal stjórna felagnum

Jákup Mortensen er í dag settur sum stjóri í NSÍ.

Hesum boðar felagið frá í dag.

Um Jákup Mortensen sigur NSÍ, at hann hevur allan sín uppvøkstur verið ein partur av NSÍ, bæði sum leikari og sum venjari í felagnum.

-Ítrótturin, og kanska serliga fótbólturin hevur altíð ligið í dna’num í familjuni, tí bæði pápin, Trygvi, og abbin, heiðurslimur Jákup Mortensen, sáli, hava havt aktivar leiklutir í felagnum.

-Jákup er nærlagdur, rúmligur og fyrikomandi og gongur høgt uppí, at allar uppgávur í felagnum verða loystar á skilabestan hátt. Hann er í dag eisini høvuðsungdómsvenjari og kemur framhaldandi at taka sær av hesi uppgávu. Hann hevur tikið UEFA B prógvið í 2019, sigur Karstin Joensen, formaður í NSÍ.

Felagið væntar, at gerandisdagurin hjá øllum kring felagið fer at vera lættari við einum vælvirkandi stjóra.

-Vit í starvsnevndini eru sera glað fyri, at Jákup hevur valt at taka við hesum starvi, og síggja vit fram til eitt gott og spennandi samstarv, øllum felagnum at gagni, sigur Karstin Joensen vegna starvsnevndina.