Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jóan Símun er uttan sáttmála – venur við Víkingi

Landsliðsspælarin venur hesa vikuna við Víkingi, og hevur seinastu vikurnar vant í Týsklandi, eftir at sáttmálin við SK. Beveren gongur út í næstum

Landsliðsspælarin Jóan Símun Edmundsson venur hesa vikuna við Víkingi, áðrenn hann verður partur av landsliðshópinum, ið kemur saman í komandi viku í samband við landsdystirnar móti Kekkia og Albania.

Jóan Símun hevur spurt seg fyri, um hann kann koma at venja við í Sarpugerði, nú kappingin í Belgia er liðug.

– Eg havi jú spælt saman við Jóhan Petur Poulsen í B68, so eg hugsadi, at tad var upplagt at spyrja hann, um tað kundi lata seg gera, at eg kom at venja við Víkingi í nakrar dagar, sigur hann í samrøðu við Eysturoyarportalin.

Eftir ætlan skal Jóan Símum byrja at venja í Sarpugerði nú hósdagin.

Eftir at belgiska kappingin endaði, hevur Jóan Símun Edmundsson, sum nú er uttan sáttmála, vant við Duisburg í Týsklandi, men um sáttmáli spyrst burturúr hesum, siga søgurnar einki um. Søgurnar siga heldur einki um, hvørt tað er samband millum Jóan Símun og Víking um ein sáttmála, men har hava áleypararnir verið rættiliga skaddir í ár.

Tó eru tað nógvir týskarar á sosialum miðlum, ið ynskja Jóan Símun aftur til gamla felagið hjá sær, Arminia Bielefeld, sum í gjárkvøldið flutti niður í triðbestu deildina í Týsklandi. Har hevði Jóan Símun – ella Eddy, sum tey nevndu hann har – kultstatus millum viðhaldsfólkini. Toftamaðurin er skrásettur fyri at hava skorað tíggju mál fyri Bielefeld.

Jóan Símun er skrásettur fyri átta mál fyri føroyska landsliðið – harav hevur hann skorað tvey mál í venjingardystum.

A-landsliðið skal spæla tveir landsdystir á Tórsvølli í juni. Tann fyrri er ímóti Kekkia tann 17. juni, og tann seinni verður ímóti Albania tann 20. juni.