Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Lionel Messi til Inter Miami

So er tað greitt at argentinski Lionel Messi flytir til Florida har hann skal spæla við Inter Miami.

Sáttmálin við PSG í Fraklandi er liðugur og nógvar gitingar hava verið um hann fór aftur til Barcelona, flutti til Saudi Arabia ella til Florida og tað bleiv liðið, sum David Beckham eisini er eigari av, sum bleiv finnarin. Samstarvið umfatar eisini Apple og Adidas.

Ískoyti:

Argentinska legendan Lionel Messi fer at spæla við Inter Miami nú sáttmálin við PSG í Paris gekk út.

Messi hevur sagt nei takk til eitt rimmar tilboð úr Saudi Arabia.

Samstarvið í Miami umfatar eisini samstarv við millum annað Apple og Adidas og var tað júst hetta, sum gjørdi at hann valdi at taka av tilboðnum hjá Inter Miami. Avtalan við m.a. Apple og Adidas gevur nógvar pengar í kassan hjá Messi og so eigur hann eisini hús í Miami, sum hann leigar út í løtuni.

Hetta er fyrstu fer at Messi spælir liðfótbólt uttanfyri Evropa.

Messi var í PSG í 2 ár har liðið vann meistaraheitið bæði árini, men av tí at teir í báðum kappingunum ruku úr Champions League, so roknast hetta ikki sum eitt gott avrik hjá honum.

Messi gjørdist heimskendur í Barcelona har hann spældi í 21 ár og vann HM í desember við Argentina.

Hann fór úr Barcelona í 2021 vegna fíggjarligar trupulleikar hjá liðnum.

Messi hevur málmetið í Barcelona við 672 málum og vann 10 La Liga kappingar, 4 ferðir Champions League og 7 steypakappingar í Spania.

Messi er 35 ára gamal

(kelda: BBC)