Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Framvegis alt ov nógv tíðaravmarkað størv

Bert triðja hvørt lærarastarv, ið er lýst leyst til komandi skúlaár, er eitt fast starv, vísir uppgerð hjá Skúlablaðnum

Bert triði hvør lærari, ið fer at søkja og verður settur í starv komandi skúlaár, verður settur í fast starv.

Tað vísir ein samanteljing, sum Skúlablaðið hevur gjørt, nú størvini fyri komandi skúlaár eru lýst leys.

Tilsamans eru 137 lærarastørv lýst leys til komandi skúlaár, men bert 47 teirra eru føst størv, meðan 90 eru tíðaravmarkað størv. Í prosentum merkir hetta, at um 34 prosent av øllum lýstu størvunum eru føst størv.

Hetta er ein lítil bati frá í fjør, tá 28 av 115 størvum vóru føst størv – ein prosentlutur á 24 prosent.

Hetta harmast Lærarafelagið um, tí hetta hevur við sær, at støðan hjá nýggjum lærarum er ótrygg, og Skúlablaðið greiðir eisini frá, at herfyri setti ein lærari seg í samband við Lærarafelagið, tí at lærarin nú á sætta ári skuldi søkja starv á sama skúla.

Yvirhøvur verður søkt eftir fleiri størvum í ár enn í fjør, og tað er fegnast um, heldur Lærarafelagið, men vísir samstundis á, hóast talið á føstum størvum í ár er á støði við 2021, so er talið á tíðaravmarkaðum størvum í ár ein triðing størri enn tað var í 2021.

Kelda: Skúlablaðið