Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hondbóltsstjørnurnar úr Eydnudeildini eru á veg til Lykke Cup í Herning

25 føroyskar hondbóltsstjørnur frá Eydnudeild Føroya verða við til stóra Lykke Cup-brakið, ið verður í Boxen í Herning leygardagin

Í morgun fóru 25 føroyskar hondbóltsstjørnur frá Eydnudeild Føroyar við flogfarinum til Danmarkar, har Eydnudeildin skal verða við til stóra Lykke Cup brakið í Boxen í Herning leygardagin

Ongantíð áður hevur føroyska ferðalagið verið størri enn hesa ferð: 25 stjørnur, fimm venjarar, 44 foreldur, systkin og onnur avvarðandi, so ferðalagið telur tilsamans 74 fólk.

Í alt 812 hondbóltsstjørnur luttaka í ár til Lykke Cup í Herning, og tey 25 frá Eydnudeildini í Føroyum koma eru frá Svanunum, sjey, meðan 17 eru frá Lundapisunum og ein frá felagnum, Músabróðir.

Til ber at fylgja við við Eydnudeild Føroyar á teirra Instagram profili, ið nevnist eydnudeild, og eisini á almennu Facebook-síðuni hjá Eydnudeild Føroyar.