Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Liverpool keypir ein heimsmeistara

Argentinin Alexis Mac Allister skiftir Brighton út við Liverpool. Tað váttar Liverpool á heimasíðu sínari

Hetta kappingarárið hevur Liverpool spælt meira “heavy” fótbólt, heldur enn tiltikna “heavy-metal” fótbóltin, sum liðini hjá Jürgen Klopp eru kend fyri at spæla, men nú er kanska fyrsti prikkur – at fáa gamla pressspælið – komin upp á pláss.

Liverpool hevur nú í morgun váttað, at Alexis Mac Allister er fyrsta keypið hjá felagnum í summar. Hann er keyptur úr Brighton og hevur skrivað undir eina fimm-ára sáttmála.

Keypsprísurin er ikki upplýstur, men sambært kenda fótbóltstíðindamanninum Fabrizio Romano, so er keypsprísurin 35 milliónir pund – tað svarar til góðar 300 milliónir krónur. Eisini The Times sigur, at hetta er keypsupphæddin.

Landsmaðurin hjá Mac Allister, Mauricio Pochettino, ið júst hevur tikið yvir sum venjari í Chelsea, gjørdi eina roynd at fáa fatur á nú fyrrverandi Brighton-spælarinum, men tað eydnaðist ikki. Eisini hevur ljóðað, at Newcastle og Manchester United lógu framvið at keypa argentinska heimsmeistaran, tí hesi liðini kundu lokka við Champions League fótbólti, men Mac Allister sigur, at hann ynskti at spæla undir Jürgen Klopp og Liverpool, hóast felagið úr Merseyside ikki spælir Champions League fótbólt komandi kappingarár.

– Hetta hevur verið eitt fantastiskt kappingarár, bæði tá tað kemur til HM, men eisini tá tað kemur til alt tað, ið vit megnaði við Brighton. Men nú er tíð upp á at hugsa um Liverpool og blíva ein betri fótbóltsspælari, umframt at blíva eitt betri menniskja, sigur hann við heimasíðuna hjá Liverpool FC.

Alexis Mac Allister hevur spælt 98 dystir í Premier League, og hann skal spæla við tiltikna tíggju-talinum á rygginum.